Vit eru eitt lurtandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn trívast og mennast í tryggum umhvørvi.
Øll børn mennast hvør í sínum lag. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvið sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Vit vilja skapa umstøður, soleiðis at hvørt barnið, fær ment øll síni viðføddu evni.
Náttúran og nærumhvørvið er ein natúrligur og týðandi partur í okkara gerandisdegi saman við børnunum - her hugsa vit um hvussu týdningarmikið tað er, at børnini fáa rørt seg, og hvussu nógv rørslurnar hava at siga fyri menningina hjá barninum.
Eisini hava vit ymisk verkstøð sum gevur okkum møguleikar at fara í dýbdina saman við børnunum, og harvið fáa stimbrað og ment teirra hugflog og skapandi evni.
Vit fáa íblástur frá ymiskum førandi fólkum innan okkara øki s.s.: Ann Åberg "Lurtandi Pedagog".