- til Barnafagnaðin 9.mai 2015
Tilgongdin:
Vit móttóku skriv frá kommununi, sum kunnaði um at tey høvdu ásett ein Barnafagnað at verða 9.mai 2015. Og Niklas Heri Jákupsson var samskipari av hesum átakið.
Niklas Heri greiddi okkum síðan frá um evni, sum var Fjølbroytni og Lívsgleði. - Sjónliga var tað ælabogin .
Evni var okkum so sera viðkomandi og er eisini í tráð við grundarlagið í okkara námsfrøðisliga arbeiði her á stovninum. - So allar sterkar kreftur í Miðgarði fóru fús til verka, tí vit mettu hetta átak at verða so sera spennandi og týðandi, at sjálvandi skuldu vit her í Miðgarði geva okkara allar besta íkast til hendan stóra savnandi dagin fyri øll í Vága kommunu.
Starvsfólkini tosaðu saman og avgjørdu at gera 3 verkstøð og seta ábyrgdarfólk á hvørt verkstað, ið skuldi standa fyri og leiða verkstaðin.
Verkstøðini vórðu: Sjónleikur – Dansur – Kreativt/skapandi verkstaður.
Felags fyri allar verkstovur var at onki var avgjørt av okkum vaksnu frammanundan. Vit høvdu bert evni at halda okkum til og valdu tilvita at “hugsa” saman við børnunum, so teirra spennandi vitandi og ørvísi hugsunarháttur skuldi seta dám á leikin.'
Vit samlaðu øll børnini í gongini, har vit kunnaðu tey um spennandi uppgávuna og góvu teimum høvi at velja hvønn verkstað tey ynsktu at verða á.
Børnini vórðu spent og komu sjálvi til tann verkstaðin tey ynskju at luttaka í. Deilingin var jøvn og allir verkstaðir fyltir.
Vit í sjónleik verkstaðnum byrjaðu við at taka aftur ælaboga evni og greiddu teimum frá, at vit skulu gera ein sjónleik, og um tey vistu hvat ein sjónleikur var?
Jú, tað vistu tey væl. “Tað er tá man spælur ymsikt og letur seg í onnur klæðir, líkasum Bubu og Trøllaomman "
Herligt, fínasta slag J So var klárt at fara til verka meðni :)
Vit settu teimum spurning um tey høvdu eitt ynski um at verða nakar serligur leiklutur?? Og góvu teimum tískil høvi at hugsa seg um og so at fáa orðið ein og ein, har øll hini lurtaðu og møguliga fingu íblástur til sín egna leiklut, ímeðan tey bíðaðu.
Nógv ynski komu :
Krígsmenn, klokkublomst, Ghost Rider, riddarar, prinsessur, men mest av øllum LET IT GO prinssesur- Kongur - vakt hjá Kongi -
Fleiri av børnunum blivu beinanvegin hugtikin av hesum og høvdu nógvar ítøkiligar hugsanir við júst sínum leikluti.
Alt bleiv skriva niður og tá øll børnini vóru hoyrd, tóku starvsfólkini skjótt ein samandrátt av øllum hugskotunum sum komu fram. Vit hoyrdu beinavegin at børnini ynsktu ein leik við krígsmonnum og riddararum av ymsikum slagið og LET IT GO prinsessum.
So sjálvandi skuldi okkara evni verða “Frozen” teknifilmurin, sum er so sera væl dámdur millum børnini og sum altíð sæst aftur í spælinum hjá teimum.
Fyrsti dagurin var nú lokin og ábyrgdarpersónarnir møttust aftur at taka ein samandrátt um kunna um avgerðina við leikinum.
Kreativa verkstaðið hevði beinanvegin nógv góð hugskot til blómur, kurvar, stavar, bogar, svørð o.a og hevur teirra kreativitetur onki mørk kent og teirra arbeiðslag verið fyrimyndarligt.
Vit settu hvønn Hósdag at verða Verkstað dagur.
Vit settu okkum at hugsa saman við børnunum og tey komu við nógvum spennandi hugskotum sum vit tóku til okkum tá vit skrivaðu leikin. Og tá tað skuldi verða Frozen evni, so máttu vit sjálvandi gera ein “Sangleik”. So 3 starvsfólk í sjónleik verkstaðnum settu seg niður at yrkja.
Ikki so lítil uppgáva at taka á seg og ofta vórðu vit púra í ørviti sum vit royndu at fáa alt at passa, men altíð kom okkurt nýtt ørindi :)
Og mín sann um ikki 2 sangir fingu nýtt lív við kendu løgunum úr Frozen sangunum.
Námsfrøðisliga hugsanin handan leikin/sangirnar er:
- At vit ímynda okkum, at børnini eru eins og blómurnar.
Eins og blómurnar hava ymiskar litir - ymiskar støddir - ymisk sløg og nógvar ymsikar mátar, sum ein má verða um tær fyri, at fáa tær at blóma, so er júst tað sama galdandi fyri børnini.
Børnini eru hetta Alt liggur íbyrgt í teimum. Ábyrgdin er okkara at síggja styrkirnar og førleikarnar í hvørjum einstakum barnið og fáa tey øll at vaksa og blóma.
- Eisini vildu vit hava felagsábyrgd og umhugsni at verða ein stóran part av leikinum. Hetta er eisini í tráð við okkara arbeiði við Stig fyri Stig sum børnini kenna so væl, Har vit læra okkum at steðga á og hugsa okkum um fyri at síggja nýggjar møguleikar .
Eisini ynskja vit at læra tey at fáa eyga á styrkirnar og vakurleikan í hvørjum øðrum
Hetta er alt í tráð við námsfrøðisliga arb á stovinum:
- har vit ynskja at gera førleikarnar hjá børnunum sjónligar og geva børnunum høvi at hava gagn av førleikunum og kunnleikanum hjá hvørjum øðrum, har vit gera ymsikleikan til eina drívmegi .
- Við hesum tóku vit tí støði í áhuganum og tí sum rørir seg millum børnini og skaptu karmar og møguleikar fyri at barnið fekk ment síni skapandi evnir.
So var klárt at venja. Og børnini hava verið fyrimyndarlig við góðum stuðli frá starvsfólkum .
Hetta hevur verið ein sera spennandi, stuttligt og lærandi tíð fyri okkum sum stovnur.
Vit hava arbeitt miðvíst við hesum líka fram til stóra dagin 9.mai. Sum vant tá tað nærskast stendur á og nógvir eyka tímar eru lagdir í, at fáa úrslitið at verða tað allarbesta.