Miðgarður hevur sína egnu heimasíðu, www.midgardur.fo
Við heimasíðini ynskja vit at lýsa námsfrøðina og gerðandisdagin hjá børnunum í Miðgarði.
Myndir á Heimasíðini:
Í Miðgarði hava vit í huga, at børn hava rætt til eitt privatlív og fylgja tí leiðreglum hjá Dátaeftirlitinum, um myndir av børnum á netinum.
Tær kunnu lesast her: http://www.dat.fo/00052/00042/
Í stuttum kunnu vit siga, at tað er ikki loyv, at leggja myndir út av børnum undir 15 ár uttan samtykki frá foreldrum.
Vit, sum barnagarður, hava hartil skyldu til at verja okkara brúkarar; børnini eiga ongantíð, at kenna seg útstilla,
ella eyðmýgd. Hóast foreldur geva sítt samtykki, so kunnu vit vaksnu ikki altíð vita, hvørjar myndir børnini kunnu kenna
seg sýndan fram á, eygmýgd ella eru flov av.
Tí er tað okkara etiska skylda, at umhugsa endamálið við hvørji einstakari mynd sum verður løgd á heimasíðu okkara.