Sum tit kanska hava lagt til merkis so eru vit farin í holt við at gera gongina meiri livandi. Kanska tit hava eins og vit onkuntíð hugsa, at gongin er ikki serliga áhugaverd og skýmlig. Hetta hava vit nú valt at gera nakað við. Gongin er tað fyrsta tit møta og síggja tá tit koma í Miðgarð við barn tykkara og ynskja vit at tit fáa eina góða uppliving í hesum møti. Eina kenslu av lívið, vælveru og hita, tí vit eru vitandi um at hendan kenslan verður sitandi eftir tá tit fara avstað aftur.
Børnini nýta gongina hvønn dag í teirra dagliga spæli. Spælið skiftir alt eftir hvat upptekur børini, og duga tey sera væl at skapa sær ein hugflogs heim, sum eggjar til undran, innlivingarevni, og FLOW støður. Tað er øll børnini, sum nýta gongina heilt frá 0-6 ára gomul, og hava vit ment eina fatan, sum byggir á felagsábyrgd og atlit fyri hvørjum øðrum.
Vit settu okkum spurninigin: “hvussu gevur umhvørvið í Miðgarði børnunum møguleika at vera dugnalig, forvitin og granskandi saman við hinum børnunum???”
Omanfyri nevndi spurningur er ein av okkara fremstu uppgávum, sum námsfrøðingar/hjálparfólk - at tryggja eitt stimbrandi umhvørvið sum talar til tað málføra barnið. Tað er útfrá hesi grundhugsjón, at vit nú saman við børnunum, eru byrjað at gera gongina til eitt lærings rúm fyri øll børnini.
Námsfrøðin í Miðgarði byggir á Lurtandi tilgongdina, og er hon eisini tann ráðandi í hesi tilgongd. Lurtandi hugsanin byggir m.a á, at vit sum vaksin lurta eftir børnunum og geva teimum møguleika at hava ávirkan á egnan gerandisdag og skapa rúm fyri og virðismeta tankar, undran og vitanina hjá børnunum og síggja tað, sum okkara ábyrgd, at sjónliggera alt hetta fyri barninum og felagskapinum, so at læran kann verða so stór og fjøltátta sum til ber.
Í barnagarðinum verður grundarlagið lagt fyri, at barnið skal skilja hvat fólkaræði er. Barnsins sosiala menning hevur sum fortreyt at børnini eftir førimuni sleppa at taka ábyrgd fyri egnum gerðum og umhvørvinum í barnagarðinum.
Vit hava í eina tíð eygleitt hvussu børnini virka í gongini, t.v.s vit tilvitað hava savna upplýsingar hvat gongin gevur børnunum, og hvat gongin útstrálar, tí sagt verður, at “rúmið rópar harðari enn 100 námsfrøðingar í kór” . Lurtandi tilgongdin krevur, at støði verður tikið í áhuganum hjá børnunum heldur enn hugskotunum hjá teimum vaksnu.
Fyri at børnini skulu ognartaka hesa nýggju útgávuna av gongini er neyðugt, at tey vera ein virkin luttakari í tilgongdini. Vit hava havt eina savningarløtu har børnini eru kunnaði um hvat vit fara at gera, og tey blivu spurd um hvussu tey halda innasta gongsrúmi skal eita, tey vóru ófør at koma við hugskotum, ætlanin er at velja eitt búrturúr og mála navnið á veggin so rúmið kann fáa ein sterkari samleika enn nú.
Vit ynskja, at gongin skal útstrála námsfrøðiliga vitan-læringsmøguleikar- barnsinsrødd-skjalprógvan og barnsins skapandi evnir. Tað eru tilvitaðir tankar handan øll økini og fara vit at kunna tykkum meira um hetta seinni, tí vit ynskja at tit sum foreldur fáa møguleika at skilja námsfrøðisligu vitan, sum eru grundarlagið undir okkara virksemi.
Okkara visjón er, at um man kom inn í Miðgarð á nátt og so fær man eina kenslu av “sálini” í Miðgarði. Eina føling av hvat “lívið” inn her inniber. Síggja smáu hendurnar á vegginum, sum hava verið við til at skapa Miðgarð til tann hann er í dag. Lesa um alt, sum upptekur hesi smáu menniskju, har tey seta orð á sína undran og tankar um alt millum himmal og jørð og fáa ein kunnleika til stóru vitanina, sum børnini hava.
Vit ynskja at broytingartilgongdin í gongini gevur tykkum betur møguleika at taka lut í gerandisdegnum í barnagarðinum, tí tit fáa høvi at hyggja inn í "virksemi hjá børnunum og lurta eftir børnunum" við at lesa skjalpróvanina, sum fer at fylla veggirnar og rúmið.