Kostpolitikkur
Í Miðgarði, eru vit tilvitaði um heilsugóðan kost, tí hava vit orðað ein kostpolitikk.
Vit síggja tað sum okkara uppgávu at leggja góðar matvanar í børnini, og at tey fáa heilsugóðan kost meðan tey eru á stovni.
Vit vanta, at børnini hava etið morgunmat, áðrenn tey koma á stovn. Tó kunnu tey, sum ikki hava etið morgunmat, hava morgunmat við, sum tey eta, tá ið tey koma.
Fyrrapart:
- Kl. 9.00-9.30 bjóða vit børnunum frukt ella grønmeti
Døgurði:
- Kl.11.00-11.30 fara vit inn til køkskonurnar saman við børnunum eftir døgurðanum
Millummáli:
- Kl.14.00-14.30 fáa børnini millummála. Køkskonurnar bera millummálan út á stovurnar. Til millummála verða børnini eitt nú bjóðaði frukt, grønmeti, suppu ella annan heilsugóðan bakstur.
Børnini fáa mjólk og vatn at drekka til máltíðirnar. Saft fáa tey til serlig høvir s.s. føðingardagar.
Tá vit eta:
- Børnini vaska hendur áðrenn etið verður
- Børnini hjálpa til við at heinta matin og at dekka borð
- Børnini læra vanligan borðsið
- Børnini læra at verða sjálvbjargin, skeinkja sær mjólk/vatn sjálvi og fáa sær uppá tallerkin
- Børnini sita still, tosa saman og læra at lurta eftir hvørjum øðrum
- Børnini skulu sita eina løtu, og tey vaksnu sita saman við børnunum
- Tey vaksnu eru fyrimyndin hjá børnunum
- Børnini rudda upp eftir sær, tá tey eru liðug at eta