Stig fyri stig
Í barnagarðinum arbeiða vit við Stig fyri stig. Stig fyri stig er eitt amboð, ið verður nýtt til at stimbra teir empatisku og socialu førleikar hjá børnunum. Vit hava arbeitt við Stig fyri Stig í nøkur ár og hava góðar royndir við hesum. Í stig fyri stig arbeiða vit við kenslum. Vit læra børnini at seta orð á teirra kenslur og kenslurnar hjá ørðum.
Undirvísingin er býtt upp tríggjar høvuðsbólkar.
1.Empati(innlivingarevni). Børnini læra um kenslur, og hættir at skilja hvønnannan.
2. Impulsstýring og trupuleikaloysn. Børnini læra førleikar at loysa trupuleikar við, og tey venja seg við ymiskt, s.s. at biðja um umbering, at bróta av fólkaliga, og at fáa nýggjar vinir.
2. Impulsstýring og trupuleikaloysn. Børnini læra førleikar at loysa trupuleikar við, og tey venja seg við ymiskt, s.s. at biðja um umbering, at bróta av fólkaliga, og at fáa nýggjar vinir.
3. Sjálvstýring. Børnini læra at stýra sinninum á ein hátt ið ikki særir onnur.
Tit fara at fáa fleiri brøv um stig fyri stig, og teir førleikar ið børn tykkara læra.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar um stig fyri stig.