Ársætlan fyri tey 6 menningarøkini
Persónlig menning og sosialir førleikar arbeiða vit við alt árið
Hinum menningrøkinum arbeiða vit miðvíst 3 mánaðir ísenn við hvørjum menningarøki.
Jan. - Mars: Málsligt.
Apríl-Juni: Náttúru og náttúrufyribrigdi.
Juli - Sept.: Kroppur og Rørsla.
Okt.-Des.: Mentanarlig úttrykk og virðir.
Talvan vísir tey ymisku menningarøkini, vit arbeiða við, og hvat tey merkja.
Sjálvsviðring
Sjálvsálit
Sjálvskensla
Seta mørk fyri sær sjálvum
Samspæl við onnur
Samanhang
Týðilig vaksin
Kreativitetur
Sjálvhjálpni
Við spæla menna børn teirra hugflog og hugsan.Børn spæla fyri at spæla, og ikki fyri at læra nakað ávíst.Tey læra í felag at gera søgur og at handfara ymiskar ósemjur.
Samskifti
Innlivan
Loysa tvístøður
Vinir
Samarbeiði
Umsorgan
Duga at vera saman við ørðum
Taka intiativ til samspæl
Siga frá
Børn mennast og læra saman við øðrum børnum og vaksnum.Vinarløg ímillum børn eru umráðandi eins og at sosial samvera og samskifti lærir børnini at loysa ósemjur á demokratiskan hátt.
Skilja hugtøk
Seta orð á kenslur
Seta orð á tað ið tú sært
At føra eina samrøðu
Lesa og vísa kropsmál og mimik
Tað styrkir tí málsligu menningina hjá børnunum.Børnini læra at nýta málið til at greiða frá kenslum, hugsanum og tørvum eins og at samskifta við onnur.
Landslagið
Plantur
Árstíðir
Djór
Veðrið
Sjógvur og vatn
Umhvørvið
Náttúran avbjóðar kropp og kenslum.Útilívið mennir forvitnið hjá børnunum fyri náttúruni og hennara loynidómum og skapar harvið ábyrgd fyri umhvørvinum.
Grovrørslur
Fínrørslur
Kenna kroppin
Sansir
Matur
Børnini nýta krop og sansir til at uppliva umheimin.Tað er gott fyri sjálvsálitið og bindindi hjá børnunum at vera væl fyri kropsliga.
Føroysk mentan
Onnur mentan
Staðbundin mentan
Sangir – rím og skjaldur
Dans
Sjónleik
Tekna og mála
Søgur
“Frá bónda til døgurða, frá fjalli til matpakka, frá sjógvi til knetti.”
Á tann hátt kunnu børn greiða frá tonkum og kenslum og harvið seta síni spor í verðiniListaligar upplivingar geva børnunum íblástur og menna teirra skapanarevni
Menning av persónligum og sosialum førleikum er ein fortreyt fyri at børn kunnu fáa ein góðan uppvøkstur. Tað er sera avgerandi fyri
lívsgóðskuna hjá barninum, hvussu hesir førleikar fáa loyvi at mennast.
Fyribrigdi persónligir menning umboðar hugtøk sum
Sjálvvirðið
Sjálvsálit
Sjálvstøðug
Samstarv
Felagsskapurin
Tá børn eru saman í Barnagarðinum, er tað ein nátúrlig tilgongd at tey finna saman í spælið. Og spæl er besti háttur hjá barninum at tilogna sær persónligar og sosialar førleikar. Kenslur sum vreiðið, sorg, eydna, bangilsi o.s.fr eru kenslur barnið hevur møguleika at royna ígjøgnum spæl. Og hesar eru við til at styrkja barnið og geva tí royndir við øllum kensluskalanum, og á tann hátt vera kensluliga ílatin til lívið.
Námsfrøðiligi leikluturin er at styrkja barnsins evnir, til at vera broytilig og rúmlig. Hjálpa teimum at lata eyguni upp fyri tí dýrgripi, sum liggur í einum vælvirkandi felagsskapi. Har mann bæði gevur og far, t.v.s at barnið lærir at handfara egnan og annans tørv. Barnsins fjølbroytta persónliga menning, er treyta av einum áhugaðum og hugfangandi umhvørvið. Sum bæði vil barninum nakað, eins og tað viðurkennir og hugfangar seg í barnsins tileggjan í verðina.
Tað er sum viðleikarar í søguskapanini hjá felagsskapinum, at barnið ognar sær møguleikan at menna seg, sum eitt sosialt virki menniskja.
Sosialir førleikar eru grundarlagið undir allari læring og menning hjá einstaka barninum. Á einstaklinga støðið inniheldur hesin førleiki, evnið og vilja hjá barninum at vera partur av, skapa og vera virkin í sosialum felagsskapi. Treytirnar fyri at sosialir førleikar vera mentir, eru nærverandi sambond, ið innihalda tryggleika og møguleika fyri grundleggjandi álit á umverðina. Í umhvørvum har barnið kennir seg satt, trygt og virt, vil ein menning av teirra sosialu evnum vera ein natúrligur partur av teirra gerandisdegi, har tey ígjøgnum spæl og samveru við onnur børn og vaksin, gerast sosialt málfør menniskju.
Til ber at lýsa sosialar førleikar útfrá 3 liðum.
Empati
Tilknýti
Sosialt virki
Tað týdningarmiklasta amboðið ímun til menning av sosialum førleikum er málið. Tað at barnið megnar at samskifta, er við til at víðka um barnsins sinnisligu virkisringrás , og letur upp fyri møguleikum hjá barninum at skapar sær eina jaliga sosiala støðu millum hini børnini.
Í námsfrøðiligum samanheingi, verður sosialur førleiki sæddur sum lykilin til at menna allar aðrar førleikar, sum barnið hevur tørv á, t.v.s at øll læring og menning eru djúpt fest í tí
sosiala. Vit hava valt at býta útgreinanina av hvussu námsfrøðiiga verður arbeitt við at styrkja sosialu førleikar barnana, í aldursbólkar eins, og stovurnar eru uppbýttar.
Málið er grundarlagið fyri at kunna úttrykkja seg og samskifta við onnur. Tað eru ymiskir mátar at úttrykkja seg uppá t.d orð, kropsmál, mimik, teknmál og skriftmál.
Vit nýta málið til at fáa samband við onnur, til at siga okkara hugsanir og at seta okkum inn í støðuna hjá øðrum. Ígjøgnum samrøðuna læra vit børnini at lurta, seta orð á, og greiða frá. Hetta er neyðugt fyri at vera partur av einum felagsskapi og at tora at tosa í einum bólki.
"Start" og "Stig fyri Stig" er eitt amboð vit nýta til at læra børnini at skilja og seta orð á kenslur. Vit taka upp ymiskar støður við smáum “rolluspølum”, har tað er umráðandi at kunna orða seg í mun til eina ávísa støðu. T.d hvat skal eg gera um eg vil hava eina leiku, sum eitt annað barn hevur o.s.fr. Í gjøgnum vikuna minna vit børnini á, hvat vit hava lært í stig fyri stig og leggja upp til at tey nýta hetta í dagligdegnum.
Barnanna royndir við at hoyra og sjálvi nýta málið, er grundleggjandi eginleiki fyri at tey kunnu tosa um mental fyribrigdi og harvið úttrykkja seg fyri hvat tey hugsa, halda, meina og vita
Í mai -juni - juli hava vit fokus á náttúru og náttúrufyribrigdi, og hvussu vit menna hetta hjá barninum, meðan tað er á stovni.
Áhugin og umsorganin fyri náttúruni og umhvørvinum verður lagt í børnini, meðan tey eru smá. Vit síggja tað sum okkara uppgávu, at børnini fáa vitan, áhuga, umsorgan, ábyrd og virðing fyri náttúruni og umhvørvinum, sum vit liva í. Tað sum verður lagt í børnini sum smá, gevur teimum grundarlag fyri virðing og ábyrd fyri náttúruni og umhvørvinum fyri lívið. Náttúran inniheldur nógva rørsluliga og sansaliga læring. Úti í náttúruni fáa børnini nýtt sítt hugflog og roynt síni skapanarevnir. Tey læra um veður, vind, djóralív, plantur og landslag.
Vit hava eisini fingið eina veltu og øll børnini hava verið við til at sett eplir niður. Og vit hava rabarbugarð.
Í okkara menningarætan hava vit í aug. sept sett fokus á kropp og rørslur, og hvussu vit menna hetta hjá barninum meðan barnið er á stovni.
Tað er av al stórum týdningi fyri menninginga hjá barninum, at barnið hevur eina góða kropsfatan, dugur at fornemma sín egna kropp, og hvat hann kann brúkast til. Barnið lærir so við og við, at stýra og samskipa rørslir, krop, armar og bein, sum tað ynskir tað.
Barnið søkir sær allatíðina kroppsligar avbjóðingar, bæði inni og úti. Hetta tí barnið ótilvitað roynir at menna kropp, sansir og fín-grovmotorikk.
Fínmotorikkin mennir barnið fyri tað mesta inni; við at tekna, perla, og nýta tær smáu rørslurnar í hondum og kroppi sum heild.
Grovmotorikkin mennir barnið við at nýta tær stóru rørslurnar við ferð og flog. Við at renna, hoppa, reiggja, ganga í óslættum lendi og klintra.
Í síni roynd at menna kropp og rørslur í øllum tí barnið ger, mennir barnið eisini allar sínar sansir. Vit eru nógv úti í náttúruni, har barnið merkir skiftandi veðrið at kroppinum. Regnið og vindurin, kuldin og heita sólin eru góðar og stimbrandi sansaupplivingar fyri børnini.
Sunnur og heilsugóður kostur er ein fortreyt fyri trivna og orku hjá barninum. Vit hava gjørt eina kostætlan fyri stovnin og leggja dent á, at børnini fáa heilsugóðan mat, meðan tey eru á stovni, at tey ikki fáa ov nógv sukur.
Eisini leggja vit dent á, at børnini hava góðar og mettandi matpakkar og royna geva teimum millummálar sum metta og halda á til barnið kemur heim.
Vit hava í menningarætlanini arbeitt við mentunarlig úttrykk og virðir, og hvussu vit menna hetta meðan barnið er á stovnið.
Vit hava mest arbeitt við føroyskari mentan, tí vit halda at tað er umráðandi, at børnini fáa innliti í tað føroysku mentanina. Tað er ígjøgnum okkara mentan, at vit fáa fatan av, hvørji vit eru og vitan um okkara røtur.