Í septembur 2018 byrjaðu vit við eini royndarverkætlan í vøggustovunum, við at gera døgurða til børnini, verkætlanin skuldi vera 3. mðr. Hetta eydnaðist sera væl, og tað sum vit sóðu var, at børnini høvdu størri áhuga í at prøva fjølbroyttan mat og hetta er eisini nakað, sum foreldur løgdu merki til heima.
Tí bleiv avgjørt at víðka tilboði til allan stovnin. Vit fingu játtan frá Vága kommunu, at víðka hetta tilboð til allan stovnin framm til ársenda 2019. Tá skal skipanin eftirmetast.
Vit fóru í gongd við at fáa køkin løggildan, tað hava vit nú fingið, men nakrar broytingar skuldu tó gerast í køkinum, og tá tað var liðugt, fóru vit í gongd við at seta somu matarskipan í gongd fyrri alt húsið. Byrja var 1.apríl 2019. Gjaldið fyri hvør barnið er 300 kr. um mðr.
Vit ynskja at vera tilvita um og geva børnunum heilsugóðan kost. Tey fáa bjóða frukt fyrrapart, heitan mat ella breyð v/viðskera á middegi, og so millummála seinnapartin.
Vit síggja tað sum okkara uppgávu at geva børnunum heilsugóðan mat, meðan tey eru á stovni. Tað er umráðandi at leggja góðar matvanar í børnini, meðan tey eru smá. Okkara royndir eru at børnini elska at fáa heitan mat, hetta hevur eisini ávirkan á svøvnin og trivnaðin sum heild.
Maturin verður tilgjørdur í stóra køki, hvør stova kemur inn í køkin við rulliborðinum og avheintar sín døgurða, og tekur hann við út á sína stovu. Matskrá blívur gjørd……og latin út á stovurnar at heingja upp.
Tað at vit hava fólk í køkinum at gera matin ger tað, at dagurin hevur nógv meiri tíð til nærveru hjá børnunum. Tíð er ein fortreyt fyri at kunna arbeiða námsfrøðiliga við matarstøðum, hetta er eisini tað ið Lisa Ahlmann sigur í bók síni ”måltider i vuggestuen”.
Í matarstøðunum er ein rúgva av møguleikum hjá okkum starvsfólkum at stuðla undir læring og menning hjá barninum. Men tað krevur eina umskipan av umsorganararbeiðinum, har børnini gerast ein virkin partur av praktisku uppgávunum. Vit skulu geva børnunum TÌÐ at læra seg at blíva sjálvhjálpin, og ikki gera tingini fyri tey.
Í Miðgarði, eru vit tilvitaði um heilsugóðan kost, tí hava vit orðað ein kostpolitikk.
Vit síggja tað sum okkara uppgávu at leggja góðar matvanar í børnini, og at tey fáa heilsugóðan kost meðan tey eru á stovni.
Vit vanta, at børnini hava etið morgunmat, áðrenn tey koma á stovn. Tó kunnu tey, sum ikki hava etið morgunmat, hava morgunmat við, sum tey eta, tá ið tey koma.
Fyrrapart:
Kl. 9.00-9.30 bjóða vit børnunum frukt ella grønmeti
Døgurði:
Kl.11.00-11.30 fara vit inn til køkskonurnar saman við børnunum eftir døgurðanum
Millummáli:
Kl.14.00-14.30 fáa børnini millummála. Køkskonurnar bera millummálan út á stovurnar. Til millummála verða børnini eitt nú bjóðaði frukt, grønmeti, suppu ella annan heilsugóðan bakstur.
Børnini fáa mjólk og vatn at drekka til máltíðirnar. Saft fáa tey til serlig høvir s.s. føðingardagar.
Tá vit eta:
Børnini vaska hendur áðrenn etið verður
Børnini hjálpa til við at heinta matin og at dekka borð
Børnini læra vanligan borðsið
Børnini læra at verða sjálvbjargin, skeinkja sær mjólk/vatn sjálvi og fáa sær uppá tallerkin
Børnini sita still, tosa saman og læra at lurta eftir hvørjum øðrum
Børnini skulu sita eina løtu, og tey vaksnu sita saman við børnunum
Tey vaksnu eru fyrimyndin hjá børnunum
Børnini rudda upp eftir sær, tá tey eru liðug at eta
Í Miðgarði hava við orða okkum ein virðisproftil, sum alt okkara arbeiði skal byggja á. Nú vit hava avgjørt, at orða ein Rørslupolitikk fyri Miðgarð, og skal hann sjálvsagt eisini grundast á virðisprofilin. Eitt annað ástøðið ið vit arbeiða eftir er, barnaáskoðaðin sum verður lýst í bókini “Lurtandi pedagogik”
“At megna at stýra sínum kroppi er eitt sera týdningarmikið heilaarbeiðið, tess betri mann megnar at stýra kroppi sínum, tess betri fortreytir hevur mann at ogna sær vitan” soleiðis sigur heilagranskarin Peter Lund Madsen.
Og tað er júst hetta vit ynskja at skapa møguleika fyri, hjá hvørjum einstøkum barnið. At menna eina so góða kropstilvitan sum gjørligt, ið lættir um teirra tilgongd at ogna sær nýggja vitan. Í okkara virðisprofili stendur, “vit ynskja at virða ymiskleikan hjá børnunum” børnini hava øll ymiskan persónleika, ið ávirkar teirra rørsluatferð, og neyðugt er, at vit ið starvast í Miðgarði, eru tilvitað um hetta, og skapa møguleikar fyri at øll børnini finna gleði í rørslum. Nøkur børn hava sum oftast “fótin á spitaranum”, og hava tørv á hjálp, at koma niður í egnan kropp og fáa ró í sinnið. Hjá hesum børnum koyrir alt í hægsta giri, og tey fáa allatíð boð frá heilanum, um at kroppurin skal røra seg, fyri at nøkta rørsluliga tørvin. Onnur børn hava “fótin á bremsuni”. Tey eru varin, og vita ikki heilt hvat tey kunnu vanta av kroppi sínum. Tey eru afturhaldin, og enda oftast sum áskoðarir, heldur enn viðleikarar. Hesi børn hava tørv á stimbran til kroppin, so tey læra at kroppurin er skaptur til rørslur. So tey læra at líta á kroppin, og fáa møguleiki fyri at luttaka í sosialumfelagsskapi, og spæla uttan at vera bangin fyri at missa javnvágina og blíva velt umkoll.
Rørslumenning er ikki eitt mál í sær sjálvum, men væl mentur rørsluførleiki er ein fortreyt fyri at ognar sær aðrar førleikar, t.v.s teir slóa vegin fyri øðrum týðandi førleikum- sosialum,vitanarligum,sálarligum og tí ber til at siga, at rørsluførleiki er grundarsteinurin undir menningartilgongd barnsins. Tá mann eygleiðir ein barnabólk, sæst týðuliga, at børn hava ymiskar tilgongdir til rørslur, og at summi hava størri tørv á einum kærleiksfullum skumpið enn onnur. Men okkara námsfrøðiliga fatan, er at menningarmøguleikar liggja í hvørjum einstøkum barnið, og rørslur skulu ikki bert tilognast teimum kappingarsinnaðu børnum, við høgari ferð og nógvari orku. Barnsins verð er rørslu og gerðir, á slíkan hátt at til ber at siga, at barnið hugsar við kroppinum. Kanska eru rørslur ein so grundleggjandi eginleiki við tilverðini, at einans tað ið broytist kann standast. Men tað skal upplivast. Og hetta er tað barnið ger. Grundarlagið fyri einum góðum sjálvsvirði og sjálvsáliti liggur í einum væl mentum kropstilvitið.
Lisa Ahlmann
Hóast ástøðið lýsir ymisk viðurskifti, ið hava ávirkan á rørsluligu menning barnsins, ynskja vit í Miðgarðið, at øll starvsfólk okkara eru tilvitaði, um at børn eru ymisk, og mennast í teirra egnum ferð, og tað skulu vit vísa stórt virði og varsemið. Børnini kunnu ikki velja hvørjum námsfrøðingum tey skulu vera saman við um dagarnar. Tað setur stór krøv til okkum námsfrøðingar at læra at skilja hvat ið ger av, hvussu vit hugsa og gera og hvørjum virðum vit stremba eftir í okkara arbeiði. (Lurtandi pedagogik)
Børnini skulu fáa møgleika at gerast partur av felagsskapinum. Barnið í Miðgarðið er partur av ymsum bundnum og óbundnum felagsskapum ígjøgnum dagligdagin, í stovuni barnið gongdur á, í garðinum/gongini saman við stórum og smáum børnum úr øðrum stovum. Tað stillar stór krøv til barnið at læra at vera og virka saman við ørðum, sum ikki hugsa og merkja eins og tey sjálvi, við øðrum orðum, er stovnslívið javngilt við sosialt arbeiði. Sosialur trivnaður er hjá øllum børnum, tengdur at kærleika,trygleika,viðurkenning, og kenna seg sæddan og virðan. Tí er tað altavgerandi at børn so skjótt tey byrja á stovni, kennir seg sum part av felagsskapinum. Okkara uppgáva er, at hjálpa barninum at virka í einum sosialum samanhangi, og geva teimum amboð, ið styrkja teirra innlivinagar evni, og lærir tey sjálvi at loysa tvístøður á ein uppbyggjandi hátt. Til hetta nýta vit námsfrøðiligu amboðini START og Stig fyri stig, sum lærir børnini at gerast sjálvstøðugur trupulleika loysarar, ið duga at seta orð á kenslur og mørk hjá sær sjálvum og øðrum.
Vit hava sera góðar royndir at omanfyri nevnda amboðið, tí vit síggja hvussu børnini duga at seta orð á og skilja kenslurnar hjá ørðum. Vit meta hesin arbeiðsháttur er við til at menna eina inkluderandi mentan í Miðgarði, har børnini geva rúm fyri hvørjum øðrum, og duga at skipa rørsluligt virksemin saman.
Hóast grundástøðið um rørslumenning er allýst, meta vit, at tað er neyðugt at hava framløgur um rørslumenning útfrá ymsum viðurskiftum 4 ferð árliga. Tí mátin vitanin upptekur okkum, er ávirka av hvørji støðu og hvørjum børnum vit ábyrgdast hetta tíðarskeiðið. Vit hava valt, at hava tveir rørsluábyrgdarar á stovninum, sum skulu fasthalda okkum í teimum viðtøkum vit hava gjørt, og tryggja at tilvitanin um rørslumenning barnsins allatíð er til staðar.
Umhvørvið barnið ferðast í, kann kallast “tann 3. Námsfrøðingurin”, og neyðugt er, at vit sum starvast í Miðgarði, vita havt tey ymsu rúmini – garðurin- nátturan hava at bjóða børnunum, ímun til rørsluliga menning. Rørslurúmið er innrætta útfrá tilvitaðum námsfrøðiligum valum og frálærufrøðiligum hugleiðingum, sum skulu tryggja, at børnini gerast trygg og vitandi um, hvør samleikin hjá rúminum er. Tá rúmið greitt vísir, hvussu mann kann vera og virka, gerst tað mikið lættari hjá børnunum at lesa av. Og skapar hetta ein tryggleika sum gevur yvirskot til spæl og læring. Tað eru einans rørslulig amboð inni í rúminum, og til ber at seta tey saman, so tey hóska til tann aldursbólkin mann ynskir frá 0-7 ár. Vit meta hetta vera ein av orsøkunum til, at rørslurúmið er eitt tað virkisførasta rúmið í øllum Miðgarði. Tað stedur øllum stovum frítt at at nýta rørslurúmið tá tey vilja, og eru vit eisini byrja at samstarva uppá tvørs av aldri so barnagarðs og vøggustovu-børn kunnu læra hvør av øðrum.
Influensa
Tá barnið er nóg frískt at fylgja einum vanligum degi, tó í minsta lagi 24 tímar aftaná
Barnaormur
Heilivágur frá lækna
Tá barnið er sett í viðgerð
Búkilska
Tá barnið er frískt og skarnið er normalt
Lús
Skal í viðgerð
Tá barnið er viðgjørt
Skarlagensfeber
Heiligvág frá lækna
48 tímar eftir at viðgerð við heiligvág er byrja, og eingi sjúkueyðkenni eru.
Skáldkoppar
Tá skorpa er komin á allar blørður og barnið er frískt annars.
Eygnabruna
Heiligvág frá lækna
Eftir minst 48 tímar í viðgerð og eyðkennini eru burtur.
Spýggisjúka
48 tímar aftaná at barnið er liðugt at spýggja
Í Miðgarði hava vit eitt sangkór. Kórið er ætla øllum børnum, ið tíma at syngja og framføra, tíðin er ikki løgd eftir vøggustovubørnunum, tí er tað børn frá 3-7 ár, sum er málbólkurin.
Flest øll børn dáma at syngja, og hoyra tónleik rættuliga tíðliga í lívinum. Vøgguvísur verað sungnar fyri at gera smábørn trygg, tá tey liggja í føvninginum hjá mammuni, sangspæl vera sungin spæld við vøggustovubørnum, fyri at skapa gleði og samanhald, og motorikkur styrkist við tónleiki sum amboð.
Vit hava nokk øll eitt ella annað samband við sang og tað at syngja, men at framføra sang er ikki nakað øll hava havt møguleika til.
Tað er vísundaliga prógva, at um sangur og tónleikur verður viðlíkahildin og mentur hjá smáum børnum, hevur tað jaliga ávirkan á teirra hugsavnan og menning av sosialum førleikum. Tað er neyðugt at vit beinavegin fasthalda teirra nátúrliga áhuga í sangi, og skapa karmar, so børnini fáa ment sín sangførleika áhaldandi. Tað er við hesum í huga, at vit hava valt at gera enn eina roynd, at skipa eitt sangkór her í Miðgarði. Vit kunnu siga, at eitt sangkór er júst tað vit manglaðu, fyri at børnini skulu fáa betri møguleikar at mennast persónligt og sosialt, og blíva við at tosa um at standa fram.
Øll vita hvat eitt barn er, men ongin veit hvat tað kann blíva til. Hetta broti stendur í gongini hjá okkum, og í bókini lurtandi pedagogik, og tað er júst hetta vit hava í huga, tá talan er um Sangkórið.
Sum tit kanska hava lagt til merkis so eru vit farin í holt við at gera gongina meiri livandi. Kanska tit hava eins og vit onkuntíð hugsa, at gongin er ikki serliga áhugaverd og skýmlig. Hetta hava vit nú valt at gera nakað við. Gongin er tað fyrsta tit møta og síggja tá tit koma í Miðgarð við barn tykkara og ynskja vit at tit fáa eina góða uppliving í hesum møti. Eina kenslu av lívið, vælveru og hita, tí vit eru vitandi um at hendan kenslan verður sitandi eftir tá tit fara avstað aftur.
Børnini nýta gongina hvønn dag í teirra dagliga spæli. Spælið skiftir alt eftir hvat upptekur børini, og duga tey sera væl at skapa sær ein hugflogs heim, sum eggjar til undran, innlivingarevni, og FLOW støður. Tað er øll børnini, sum nýta gongina heilt frá 0-6 ára gomul, og hava vit ment eina fatan, sum byggir á felagsábyrgd og atlit fyri hvørjum øðrum.
Vit settu okkum spurninigin: “hvussu gevur umhvørvið í Miðgarði børnunum møguleika at vera dugnalig, forvitin og granskandi saman við hinum børnunum???”
Omanfyri nevndi spurningur er ein av okkara fremstu uppgávum, sum námsfrøðingar/hjálparfólk - at tryggja eitt stimbrandi umhvørvið sum talar til tað málføra barnið. Tað er útfrá hesi grundhugsjón, at vit nú saman við børnunum, eru byrjað at gera gongina til eitt lærings rúm fyri øll børnini.
Námsfrøðin í Miðgarði byggir á Lurtandi tilgongdina, og er hon eisini tann ráðandi í hesi tilgongd. Lurtandi hugsanin byggir m.a á, at vit sum vaksin lurta eftir børnunum og geva teimum møguleika at hava ávirkan á egnan gerandisdag og skapa rúm fyri og virðismeta tankar, undran og vitanina hjá børnunum og síggja tað, sum okkara ábyrgd, at sjónliggera alt hetta fyri barninum og felagskapinum, so at læran kann verða so stór og fjøltátta sum til ber.
Í barnagarðinum verður grundarlagið lagt fyri, at barnið skal skilja hvat fólkaræði er. Barnsins sosiala menning hevur sum fortreyt at børnini eftir førimuni sleppa at taka ábyrgd fyri egnum gerðum og umhvørvinum í barnagarðinum.
Vit hava í eina tíð eygleitt hvussu børnini virka í gongini, t.v.s vit tilvitað hava savna upplýsingar hvat gongin gevur børnunum, og hvat gongin útstrálar, tí sagt verður, at “rúmið rópar harðari enn 100 námsfrøðingar í kór” . Lurtandi tilgongdin krevur, at støði verður tikið í áhuganum hjá børnunum heldur enn hugskotunum hjá teimum vaksnu.
Fyri at børnini skulu ognartaka hesa nýggju útgávuna av gongini er neyðugt, at tey vera ein virkin luttakari í tilgongdini. Vit hava havt eina savningarløtu har børnini eru kunnaði um hvat vit fara at gera, og tey blivu spurd um hvussu tey halda innasta gongsrúmi skal eita, tey vóru ófør at koma við hugskotum, ætlanin er at velja eitt búrturúr og mála navnið á veggin so rúmið kann fáa ein sterkari samleika enn nú.
Vit ynskja, at gongin skal útstrála námsfrøðiliga vitan-læringsmøguleikar- barnsinsrødd-skjalprógvan og barnsins skapandi evnir. Tað eru tilvitaðir tankar handan øll økini og fara vit at kunna tykkum meira um hetta seinni, tí vit ynskja at tit sum foreldur fáa møguleika at skilja námsfrøðisligu vitan, sum eru grundarlagið undir okkara virksemi.
Okkara visjón er, at um man kom inn í Miðgarð á nátt og so fær man eina kenslu av “sálini” í Miðgarði. Eina føling av hvat “lívið” inn her inniber. Síggja smáu hendurnar á vegginum, sum hava verið við til at skapa Miðgarð til tann hann er í dag. Lesa um alt, sum upptekur hesi smáu menniskju, har tey seta orð á sína undran og tankar um alt millum himmal og jørð og fáa ein kunnleika til stóru vitanina, sum børnini hava.
Vit ynskja at broytingartilgongdin í gongini gevur tykkum betur møguleika at taka lut í gerandisdegnum í barnagarðinum, tí tit fáa høvi at hyggja inn í "virksemi hjá børnunum og lurta eftir børnunum" við at lesa skjalpróvanina, sum fer at fylla veggirnar og rúmið.
Eitt sorgartoymi er, ið hevur høvuðsábyrdina, um okkurt skuldi hent. Eisini hevur toymið ábyrdina av standard skrivum, ið verða nýtt sum kunnandi skriv til foreldrini.
Sorgartoymi: Leiðarin, varaleiðarin, 3 starvsfólk (1 frá stovuni)
Leiðarin og varaleiðarin á stovninum samla, saman við sorgartoyminum, starvsfólkini á stovuni, so øll fáa somu boð um tað, ið er hent. Eftir hetta kunnar leiðarin øll hini starvsfólkini á stovninum um tað, sum er hent. Um øll starvsfólkini ikki fáa somu boð, kann hetta skapa órógv teirra millum, og kann hetta ávirka børnini.
Leiðarin og ein frá stovuni fara heim til avvarandi at heilsa uppá.
Sorgartoymið ger í samráð við avvarandi, eitt skriv til foreldrini, ið tey fáa heim við, tá børnini verða avheintaði. Í skrivinum kunna vit foreldrini um støðuna, og ráða teimum til at tosa opið við børnini, um tað, ið er hent. Eisini verða foreldrini boðin við til ein fund seinni um kvøldið saman við starvsfólkunum.
Á hvørjari stovu samla starvsfólkini børnini saman og greiða teimum frá hvat er hent. Tá er sera umráðandi, at vit megna at rúma øllum teimum kenslum, ið koma fram.
Leiðarin átekur sær uppgávuna at samskifta við familjuna. Er neyðugt, verður avloysari settur inn á stovuna.
Týdningarmikið er at vera varugur við allar tær ymisku reaktiónirnar, ið børnini kunna hava.
Leiðarin tilkallar serkøna hjálp, so at starvsfólkini fáa sett orð á tær kenslur tey hava.
Umráðandi er at starvsfólkini stuðla hvørjum øðrum.
Týdningarmikið er at samla børnini fyri at seta orð á tað sum er hent, og á tær kenslur ið fylgja við.
Lagt verður upp til at børnini sjálvi kunnu senda eina síðstu heilsan. Gera eina tekning, heinta blómur o.s.fr.
Sorgartoymið sendur eisini eina seinastu heilsan frá stovninum.
Sorgartoymið og stovan møtist einaferð um mánaðin. Her verður tosað um støðuna og hvussu tað gongur.
Komandi tíðuna er týdningarmikið ikki at gloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað til spurningar.
Týdningarmikið er eisini at vera varug við tey tekin børnini senda.
Leiðarin á stovninum syrgir fyri saman við sorgartoyminum, at øll starvsfólkini á stovuni, fáa somu boð um tað, ið er hent.
Hereftir verða øll hini starvsfólkini á stovninum kunnaði um tað, sum er hent. Um øll starvsfólkini ikki fáa somu boð, kann hetta skapa órógv teirra millum, og hetta kann eisini ávirka børnini.
Leiðarin átekur sær uppgávina at samskifta við familjuna, meðan eitt av stavsfólkunum átekur sær uppgávuna at vera um barnið.
Er neyðugt, verður avloysari settur inn á stovuna.
Sorgartoymið ger eitt skriv. Starvsfólkini geva foreldrunum skrivið.
Á einum fundi fyrireika starvsfólkini á stovuni seg, hvussu tey taka ímóti barninum, tá ið barnið kemur aftur á stovn.
Starvsfólkini á stovuni siga børnunum hvat, ið er hent. Eisini er týdningarmikið, at starvsfólkini eru klár at taka ímóti spurningum frá børnunum, bæði nú og í tíðini, ið kemur.
Til jarðarferðina senda stovan og stovnurin eina heilsan. Leiðslan og umboðan frá stovuni eru við til jarðferðina.
Sorgartoymið og starvfólkið á stovuni hjá barninum møtast einaferð um mánaðin. Her verður tosað um støðuna og hvussu tað gongur.
Komandi tíðina er týdningarmikið ikki at gloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað til spurningar.
Pedagogurin fylgir barninum og dokumenterar gongdina.
Starvsfólkini mugu stuðla barninum og vera um tað, tá tørvur er á tí.
Týdningarmikið er eisini at vera varug við tey tekin barnið sendir.
Umráðandi er at hava í huga, at hini børnini eisini kunnu vera ávirkaði av tí, sum er hent.