Eiriksstova

Navnið

Navnið á býlinginum “Við Eirikstoftir”, er samansett av tí gamla norrøna mansnavninum ''Eirikkur'' og norrøna orðinum navninum “Toftir”, sum kan merkja avfallin hús; men sum upprunaliga eisini merkti hús ella garður. So Eirikstoftir merkir antin “Garðurin hjá Eirikki”, ella “Leivdirnar av garðinum hjá Eirikki”. Søgn er, at 6 hús skuldu vera við Eirikstoftir í gomlum døgum. Tvey stóðu støk og fýra vóru samanbygd. Býlingurin Eirikstoftir er nevndur í  Jarðarbókini frá 1584.

Hvør var Eirikkur?

Vit vita ikki hvør hesin Eirikkur hevur verið, men hann kann gott hava verið ein av niðursetur monnunum, sum komu til Føroyar í Víkingatíðini. Hann hevur, eftir øllum at døma, verið ein týðandi og múgvandi maður, tá hann hevur fingið kallað ein heilan býling upp eftir sær.
Tað eru minst 10 staðarnøvn, í Miðvági, ið hava samband við Eirikstoftir og spenna tey heilt frá Nýpuni inn á Húsabakka, og norð á fjøll. Hetta bendir á, at hesin býlingurin einaferð hevur havt stóran týdning. Eisini eru ábendingar, um at ein landnámsgarður hevur ligið við Eirikstoftir.

Áhugaverd staðarnøvn í økinum tætt við Eirikstoftir

Í økinum omanfyri Eirikstoftir og har umvegir, eru nøkur staðarnøvn, ið kunnu geva okkum eina ábending um hvussu nakrir av fyrstu Miðvinginum hava itið. Um vit taka nøkur nøvn, nakað heimanfyri Brekkuna, ið gongur niðan á Tvørgarð og inn eftir, so hava vit: Tormansbø Steinsmørk, Eiriksmørk, Torsteinsmørk og Gunnarsmørk. Og omanfyri hesar hava vit Ólamørk og  Grímsmørk. So nakrir av teimum fyrstu Miðvinginum hava møguliga itið: Torman, Steinar, Eirikur, Torstein, Gunnar, Ólavur og Grímur. Hesi nøvn vóru vanlig í Víkingatíð og miðøld.

Á Jatnatoftum

Beint innanfyri Eirikstoftir eru Jatnatoftir. Søgn er at Jatnatoftir var størsti býlingur í Miðvági fyri Svartadeyða, har vóru 7 hús, og doyði býlingurin út, aftaná hesa sótt. Roknast kann við, at tey sum yvirlivdu sóttina helst hava niðursett seg avlastaðir í bygdini. Toftir eru funnar í økinum, og liggja fleiri enn varðveittar har undir svørunum.

Jatnaklettur

Niðanfyri Jatnatoftir er Jatnaklettur.
Jatnir vóru stórir risar frá tí norrønu gudalæruni, og búðu teir inni í klettum og uppi í fjøllunum, so hetta staðarnavn hevur allarhelst sín uppruna fyri kristna tíð. Hetta gevur okkum eisini eina ábending um, at fólk gott kunna hava búð við Eirikstoftir, og har um leiðir, longu tá. Søgn var eisini, um at mann kundi hoyra gangin heilt heim í Kirkjar, tá Jatnirnar smíðaðu inni í klettinum.

Trølláðin

Tætt innanfyri Jatnaklett rennur “Trølláin”, sum eisini verður nevnd fyri “Tvørgarðsá”, og sagt var, at har helt Eirtatrøllið til.
Einaferð rann Eirtatrøllið eftir einum manni niðri á sandi, og slapp hann akkurát undan tí. Eirtatrøllið kundi eisini gera seg ósjónligt og standa fyri, tá fólk gingu eftir vegnum inni í Eirikstoft. Tað gjørdi eisini fortreð tá fólk í Eirikstoftum spunnu osfr. Einaferð sá ein drongur við Eirikstoftir Eirtatrøllið ganga inn í ein hjall uttan at lata hurðina upp, tað gekk bara inn tvørtur ígjøgnum rimarnar.

Knokkagarðurin

Í gomlum døgum brúktu Føroyingar grindahvalin til mangt annað enn til matna, eitt nú brúkti mann herðablaðið til spaka at lempa tøð við; Magasekkin (Kíkin) til boyur; rivjabeini til spritu at hanga krov upp við, og mangt mangt annað. Grindaskølturin bleiv eisini brúktur millum annað til garðar. Ein slíkur garður varð inni í Eirikstoftum; hetta var ein høgt laðaður garður av grindaskøltum, sum onkur kallaði fyri Knokkagarðurin. Hetta var longu fyrr í tíðini ein turist- attraktión í Miðvági og komu fremmindafólk, ið komu til bygdina ofta at hyggja og taka myndir av hesum garði.

Keldur: A. Poulsen, 2015. J. Ravnsfjall, 1972. M. á. Ryggi 1965;1922. J. Hansen 2018.Eir

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova