Bakkastova

Navnið

Navnið “Jansagerði” er samansett av nøvnunum “Jansa” og “gerði”. Í teimum gomlu roknskaparbókunum frá 1500– 1700-talinum verður Prestagarðurin tó nevndur fyri “Ansíðugerði”. Annsíða merkir tann mótsetta síðan, og orðið “gerði” merkir nýtilgjørdur bøur, ið er lagdur afturat tí gamla bønum. Tað vil siga at Jansagerði upprunaliga merkir: “Gerði á hinari síðuni”; ella: “Tann nýtilgjørdi bøurin á hinari síðuni”. Í Fámjin er eisini ein býlingur, ið er nevndur “Ansíðugerði” og liggur hann somuleiðis á tí mótsettu síðuni av tí gomlu bygdini.

Prestagarðurin

Tað eru ábendingar um, at Jansagerði hevur verið prestagarður longu í katólskari tíð, og nevna keldur ein katólskan prest “Frather Jens” (Bróðir Jens), sum helst hevur verið prest-vígdur munkur, ið skal hava búð har longu í 1538. Onkur hevur hildið, at navnið stavar frá hesum Jens, og ein onnur søgn er, at ein maður við Kirkjar, ið nevndist Janus skal hava givið gerði til Kirkjuna.
Fleiri prestagarðar hava staðið har ígjøgnum tíðina, og var tann seinasti tikin niður uml. 1920, og bygdi mann ein nýggjan meira tíðarhóskandi á Húsalandinum, tá hin var niðurtikin. Húsini, ið standa á gomlu grundini í dag eru gjørd úr viði frá gamla prestagarði, og búði uppisitarin hjá presti har.

Tá Krúnprinsurin gisti í Jansagerði

Í 1839 var tann danski krúnprinsurin á vitjan í Føroyum. Í meðan hann var her var sagt frá grindadrápi í Miðvági og vildi Krúnprinsurin fegin síggja hvussu tað fór fram. Skjótt fingu soldatarnir á skansanum manna Skansabátin, og róðu teir vestur til Miðvágs við Krúnprinsinum. Søgn er at Krúnprinsurin var sera hugtikin av grindadrápinum, og helt fyri, at hevði hann havt 100 av hesum grindamonnunum í sínum heri, so kundi hann tikið eitt og hvørt, land.
Tað varð bleiv seint áðrenn drápið var av, og ikki ráðiligt at rógva til Havnar; so avrátt var, at Krúnprinsin og kamarharran hjá honum, sum var við, skuldu gista í Jansagerði; og varð har flottur døgurði gjørdur fyri teimum við krabbum og skeljadjórum til forrætt, og neytakjøt úr Bø til høvuðsrætt.

Stórheyggur

Tá Miðvingar sóu, at tað var glaðað á Syðradali fyrr í tíðini, tustu børn og kvinnur úr býlinginum við Kirkjar, út í Jansagerðsfjósið eftir hoyggi, og víðari út á stórheygg at kinda glaðuna. Samstundis skundaðu menninir sær út til neystini at draga bátarnir. Miðvingar høvdu skildu at siga frá, tá teir høvdu fingið boðini, og gjørdu teir hetta við at kinda eina mótglaðu. Tað var fjósi í Jansagerði, sum skuldi lata hoyggj til glaðuna. Hettar fór fram heilt inn í 1900-talið.

Kanónin í Jansagerði

Undir krígnum stóð ein kanón úti í Jansagerði, á leið har húsini hjá Jákup og Edith Egholm eru nú. Ein barakk stóð nakað niðanfyri har, sum teir ið passaðu kanónina búleikaðust og matgjørdu í. Vatn-brunnurin hjá teimum var beint omanfyri tann fyrsta fossin í ”Kellingará”. Nakrir av kanónmonnunum búðu í Jansagerðshúsinum.

Kápilbarakkin

Nakað uttari, tætt við Kellingará, stóð Kápilbarakkin hjá eingilskmonnunum.
Ein langur kápil lá frá Komandusentralinum hjá bretum í Havn til Velbastað, og eftir botninum vestur til Miðvágs, síðani kom hann upp á land úti við kellingará og í hesa barakk. Uttanfyri hesa lítlu barakk stóðu altíð tveir hermenn á vakt, og tveir inni. Káplarnir lógu víðari norð eftir í erva, og víðari til tað grøna húsið úti við flogvøllin, sum var Komandusentralurin hjá Bretum í Vágum. Telefonkáplar lógu eisini úr hesi barakk inn í prestagarðin í Miðvági har Colonel Adamson búði.

Aldur og jørð

Kirkjan fekk upprunaliga sína jørð frá Kongi og stórmonnum.
Sambært Ólavs saga, so gav Ólavur Heilagi so mikið til av jørð, til hvørja høvuðskirkju í Noregs ríkið, ið svarar til eina mørk í silvuri, um árið í skatti. í Føroyum, hevur hetta svarar til minst 8 merkir; og hoyra 8 merkir til Jansagerð. Eins og kirkjur og meinigheitir ofta fáa gávur frá fólki í dag, soleiðis var eisini í fornum døgum. Men strangar lógir vóru um hvussu nógv mann hevði lov til at geva.

Keldir: Haraldsen 1985. Johansen 2015. Johannesen 2015. Ravnsfjall 1972. Ryggi 1965.

Um stovurnar

Bakkastova

Jansastova

Kálvalíðstova

Kirkjastova

Húsastova

Eiriksstova

Tvørgarðsstova

Heiðastova

Norðurstova