Samband við ársins lesiátak 2024, hevur Heiðastova gjørt eina verkætlan og ein film um hetta. Hetta er tað tey skriva um seg sjálvan og verkætlanina:
Vit eru 24 børn fødd í 2019, sum ganga á Heiðastovu í Miðgarði í Miðvági. Vit dáma væl at fáa lisið søgur. Tykkara tiltak, Føroyar lesa, ljóðaði spennandi og vit avgjørdu, at fara undir hesa verkætlan.
Vit hava valt søguna um Ælabogafiskin, har vit kunna knýta virðini frá Betri vinum saman við. Í Miðgarði hava vit eitt endurnýtsluverkstað, og tað dámar okkum so sera væl at brúka.
Vit hava valt at nýta ein veg í stovuni hjá okkum til hesa verkætlan. Vit hava øll ymiskar førleikar og styrkir, sum vit kundu nýta í verkætlanini. Vit hava nýtt ymiskt tilfar frá endurnýtsluni, sum hevur verið við til at menna okkara hugflog, samastarvevnir, fínmotorikk o.a..
Vit vísa myndir av tilgongdini, umframt eitt video av avrikinum.