1.5.2024

Námsferð í Oslo 24-28 apríl 2024

Hósdagin,25 apríl var ráðleggingardagur við Monu Nicolaysen, sum er leiðari fyri Norsk Reggio Emilia Nettverk. Evnið var “Rummet som den tredje pedagog”. Fríggjadagin, 26 apríl vitjaðu vit tveir dagstovnar, sum arbeiðddu við íblástrið frá Reggio Emiliu hugsjónini. Hvat bjóða vit børnunum av møguleikum og tilfarið ?

Børnini læra mestsaman við øðrum og tí nýttu tey nógva tíð uppá at skipa børnini í smærri bólkarog við statiónum við ymiskum verkætlanum, sum hildu fram yvir tíð. Tað, sum vitvísa børnunum hjálpir teimum at hugsa sjálvstøðugt. Okkara uppgáva er at geraumhvørvið, innan og uttandurdura, soleiðis at tað birtir uppundir hugflogið hjá børnunum, at skapa víðariuppá hetta. Børnini hava rættin til at síggja / royna ymiskt.

Vit skulu trúgvaat barnið kann, vil og megnar. Um tey ikki sleppa at royna, kunnu tey ikkilæra. “Tað, vit bjóða teimum, fáa vit aftur”.

“Hvørja ferð vitgera nakað fyri barnið, sum barnið sjálvt kann, forða vit fyri barnsinsmenning”.

Alt í alt einavbera góður túrur. Vit lærdu um hvussu børn læra og hvussu tey læra at læra.Og hvussu vit betur kunna skipa okkum, tá vit eru inni við børnunum og okkarainni og úti umhvørvið, soleiðis at tað tænir barnsins menning.

Vit náddu eisini at vitja Vigelandsparkina, Operahúsið og Munch listasavnið.

 

No items found.

Onnur tíðindi