vit eru litrík, ung og sterk, vit eru hvít og svørt, - og alt er ljósreytt. (1. okt. 2021 Miðgarður 10 ár.)
Hósdagin,25 apríl var ráðleggingardagur við Monu Nicolaysen, sum er leiðari fyri Norsk Reggio Emilia Nettverk. Evnið var “Rummet som den tredje pedagog”. Fríggjadagin, 26 apríl vitjaðu vit tveir dagstovnar, sum arbeiðddu við íblástrið frá Reggio Emiliu hugsjónini. Hvat bjóða vit børnunum av møguleikum og tilfarið ?
Samband við ársins lesiátak 2024, hevur Heiðastova gjørt eina verkætlan og ein film um hetta. Hetta er tað tey skriva um seg sjálvan og verkætlanina:
Í samband við foreldrafundin í nov. 2023, gjørdu vit henda myndafilmin, sum vísir okkara barnaáskoðan í verki.